Granskari: Soleiðis verður lívið eftir koronu

Amerikanskur granskari er ikki í iva um, hvussu lívið verður eftir koronu

2020 hevur verið eitt ár við nógvum avmarkingum. Føroyar hava fyri tað mesta verið í góðari støðu við nógvum gerandisligum lívi og fáum avmarkingum, hóast vit hava kent líknandi avmarkingar í sosialum lívi, sum onnur hava. Nógv onnur lond hava havt sett sera strong tiltøk í verk, og lívið hevur í longum tíðarskeiðum verið nógv ávirkað av koronutilmælum.

Spurningurin er so, hvussu fólk fara at reagera, tá ið koronusmittan er bast við nýggjari koppseting.

Amerikanski granskarin Nicholas Christakis, sum er professari á Yale universitetinum, er ikki í iva um, hvat fer at henda.

Hann sigur sambært The Guardian, at fólk fara at liva tað fría lívið, sum fólk gjørdu í teimum brølandi tjúgunum. Tað var eitt lívligt tíðarskeið í stórbýunum í USA og Europa, har stórfingnar veitslur vóru hildnar, jazzurin svingaði, og fólk vóru fríari og meira mótatilvitað – við nýggjum hársniðum, hattum og eitt nú Charleston-kjólum.

Tey glaðu tjúguni komu eftir eina av ringastu farsóttum nakrantíð – Sponsku sjúkuni, sum herjaði eftir fyrra heimsbardaga frá 1918 til 1920. Eftir hesar ræðuligu hendingar kom lív í fólk, sum brúktu meira pengar og vórðu meira frísinnað, samstundis sum ídnaðarmenningin skapti nýggja vælferð.

Nicholas Christakis, sum hevur skrivað bókina »Apollo’s Arrow: the Deep and Enduring Impact of Coronavirus on the Way We Live«, heldur, at vit fara at uppliva somu gongd næstu árini.

– Farsóttir eru ikki nakað nýtt fyri menniskju – tað er bara nýtt fyri okkum. Men vit skulu minnast til, at farsóttir enda. Tað enda altíð, sigur hann.

– Tá ið ein farsótt endar, kemur eitt tíðarskeið, har fólk vilja vera meira sosial og hava meira samband við onnur fólk. Soleiðis verður eisini hesaferð, sigur Nicholas Christakis sambært The Guardian.