Granskari: Putin kann vera sera nøgdur eftir samrøðu við Trump

Seniorgranskarin á Dansk Institut for Internationale Studier (Diis) Flemming Splidsboel heldur, at Vladimir Putin er komin ígjøgnum við lyklakrøvum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaðu í telefon týsdagin. Her lýstu teir báðir forsetarnir vápnahvíld í stríðnum millum Russland og Ukraina. Mynd: Maxim Shemetov/Reuters/Ritzau Scanpix

Seniorgranskarin Flemming Splidsboel frá danska altjóða stovninum Diis heldur, at Russland kann vera væl nøgt við úrslitið av telefonsamrøðuni í dag millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og amerikanska forsetan, Donald Trump.

Her góðtók Putin, at Russland skal steðga álopum á orkukervið í Ukraina í 30 dagar. Hetta skal slóða fyri eini ávísari vápnahvíld seinni.

- Tað er tað, tey hava tosað um, alt formatið og tilgongdin víðari. Hetta passar russarum sera væl. Eg kann ikki siga annað enn, at eg føli, at amerikanarar eru naivir um hetta.

- Tað er eisini møguligt, at amerikanarar ikki hugsa so nógv um eina røð av hesum smálutum, sigur Flemming Splidsboel.

Hann heldur, at tað hevur eydnast Vladimir Putin at koma ígjøgnum við nøkrum krøvum.

Herundir, at framtíðar samráðingarnar um vápnahvíld í krígnum millum Russland og Ukraina skulu byrja beinanvegin í Miðeystri, men tað er bara ætlanin, at Russland og USA sita við samráðingarborðið.

Seniorgranskarin vísir á, at Putin í dag setti krøv um eina møguliga vápnahvíld í longri tíð - eitt nú, at einki vápn skuldi latast til Ukraina, meðan vápnahvíldin er í gildi.

Sambært krøvunum hjá Putin má Ukraina ikki savna hermenn, meðan vápnahvíldin er í gildi, og ukrainarar mugu ikki flyta hermenn og útgerð runt.

- Samstundis fara russar at skunda sær aftur á verksmiðjurnar og sjálvir framleiða alt, sum teir kunnu. Og so fara tey (USA og Russland, red.) at tosa um friðaravtalu, og har verða eisini nøkur krøv frá russiskari síðu.

- Tað verður alt innan tvílandaðar russisk-amerikanskar karmar við arbeiðsbólkum, sum byrja beinanvegin. Tað er ikki pláss fyri Ukraina og á ein hátt heldur ikki pláss fyri Evropa. So mín meting er, at tað, sum hendi í dag, passar russarum sera væl, sigur Flemming Splidsboel.

Sjálvt um álopni parturin í krígnum, Ukraina, tykist hava verið fullkomiliga settur til síðis í samráðingunum, so hevur Flemming Splidsboel trupult við at síggja ukrainarar seta seg ímóti ætlanini.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at Ukraina fór at seta seg ímóti hesum. Tað verður ógvuliga dýrt hjá teimum, og eg eri ikki vísur í, at tey hava nakran áhuga í tí heldur.

- Tey eru noydd at koyra við teirri ætlan, sum amerikanarar hava, sigur hann.

/Ritzau/

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaðu í telefon týsdagin. Her lýstu teir báðir forsetarnir vápnahvíld í stríðnum millum Russland og Ukraina. Mynd: Maxim Shemetov/Reuters/Ritzau Scanpix