Eiturkoppar eru nyttudjór, og teir flestu eru hvørki vandamiklir ella áleypandi, sigur amerikanski granskarin Matt Bertone, sum er ph.d entemologi í lærda háskúlanum North Carolina State University í grein, sum er útgivin á videnskab.dk
Ert tú ein teirra, sum rennir undan og smekkar tey áttabeintu so skjótt tú berur eyga við tey? So átti tú helst at sett teg inn í, hvat eiturkoppar gera og hvussu teir hjálpa tær í tínum heimi, skrivar amerikanski granskarin í greinini á videnskab.dk. Somuleiðis sigur hann, at tað er illusión at ímynda sær, at ein kann sleppa undan eiturkoppum í heiminum.
Eiturkoppar gera heiminum eina tænastu, skrivar granskarin. Tí eiturkopparnir kunnu eta snultidýr í heiminum og somuleiðis smákykn, og summir eiturkoppar eta eisini aðrar eiturkoppar. Summir eta til dømis silvurfiskar á vesinum, og í heila tikið eru eiturkopparnir ikki áhugaðir í menniskjum, sigur granskarin á videnskab.dk.
Tí er hansara ráð, at fólk lata eiturkopparnir vera í frið í heiminum. Teir eru har kortini, hóast tú ikki altíð sært teir, sigur granskarin.