Granskarar: Tí sakk Estonia

Ein nýggj teldueftirgerð av, tá Estonia sakk, vísir, at fleiri skeivar avgerðir førdu til vanlukkuna, sum kostaði 852 fólkum lívið Ov nógv ferð í ringa sjógvinum og ein miseydnað roynd at bjarga skipinum við at snara runt, førdi sambært týskum granskarum til, at Estonia sakk, skrivar Der Spiegel.

Tað er ein bólkur av granskarum í Hamburg, sum við mest framkomnu tøknini hava gjørt eina teldueftirgerð av vanlukkuni fyri svensku myndugleikarnar. Lagnutunga náttin 28. september 1994 hevði skiparin gjørt av at sigla við fullari ferð í fýra metra høgu aldunum í Eystursjónum, fyri at vinna inn aftur eina seinking.

Nógva ferðin í ringa sjógvinum førdi til, at bovportrið og bilrampan loysnaðu.

Eftir hetta royndi manningin at stabilisera skipið við at leggja tað upp í vind og aldu. Vanliga skuldi hetta givið góða meining, men centrifugalmegin frá aldunum, sum longu vóru fossaðar inn á dekkið, gav skipinum enn meiri slagsíðu, meðan sjógvurin varð trýstur út í stýriborð.

Sambært granskarunum hevur maningin eftir øllum at døma ikki vitað av, hvat var hent við bovportrinum, tá manøvran varð framd. Bovportrið sást nevniliga ikki av brúnni, sum lá forskotin fimm dekk hægri.

Í kanningini útiloka týsku granskararnir samstundis, at ein spreinging skal hava verið umborð, nakað, sum seinastu 14 árini hevur verið kjakast nógv um.

Bara 137 fólk vórðu bjargað tá Estonia sakk.