Granskaraparkin skal fáa miðsavnandi leiklut í sambandi við kommersialisering av úrslitum innan nevndu fakøki og skal gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur og tænastur standa seg í altjóða kapping.
Parkin verður markamót millum verandi vinnu, hægri nám, granskingarumhvørvi og íverksetarar, stuðlar vinnuligari menning, nýhugsan og nýskapan við at stimbra og menna sambond og samskifti millum íverksetarar, granskarar, serfrøðingar og vinnulív og sameinir og skapar synergi millum íverksetarar, almennar granskingarstovnar og vinnulívið, skrivar arbeiðsbólkurn.
Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at granskaraparkin skal draga til sín føroyskar og útlendskar know-how fyritøkur, váðafúsan føroyskan og útlendskan kapital, føroyskar og útlendskar granskarar og onnur við fakligum førleika og útbúgving frá hægri lærustovnum og fáa samstarv í lag við granskingarumhvørvi kring allan heimin.










