Granskarapark nú!

Hannes Gislason, M.Sc. Ph.D., Granskingarleiðari á Fiskaaling

-------------

 

 

Føroya Løgting viðgjørdi eitt uppskot frá Vinnumálaráðnum um stovnsetan av eini granskarapark, sum tíverri datt burtur, tá val bleiv útskrivað. Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum, Hans Pauli Joensen, vararektari á Setrinum, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, mæla øll til at menna universitetið í Føroyum til altjóða støði. Annika Sølvará leggur afturat “at satsast skal eisini innan nýggj øki, og her er ætlaða granskaraparkin eitt upplagt stað at byrja”. Hesum sjónarmiðum taki eg fult undir við.

Endamál

 

Granskaraparkin skal vera ein miðsavnandi karmur fyri granskarar frá universitetum og privatum fyritøkum, sum kunna leiga seg inn í granskaraparkina, og gera brúk av hølum og vísindaligum samstarvi, umframt at kunna brúka løgfrøðiliga og búskaparliga íverksetara-ráðgeving í granskaraparkini.

 

Endamálið við eini granskarapark er soleiðis at skapa eitt gott vitunarumhvørvi, har nýggjar fyritøkur kunna mennast í tøttum samstarvi við universitet, granskingarstovnar og aðrar vitunarfyritøkur. Hetta er eitt kent og vælumtókt fyribrygdi í fremstu OECD-londunum. T.d. vóru 180 granskaraparkir nærhendis universitet í USA, Finnland hevði 22 og Danmark 7 granskaraparkir í 2004. Kelda: HYPERLINK "http://www.samband.is/files/1173514707Benedikt.ppt" www.samband.is/files/1173514707Benedikt.ppt.

 

Vit eru tí ikki tey fyrstu í heiminum, men heldur eru vit ímillum tey seinastu, sum ætla at byggja eina granskarapark. Ísland hevur t.d. nýliga latið gjørt eina granskarapark á Akureyri, sum er samsvarandi býarstødd við Tórshavnar Kommunu.

Gransking mennir vinnu

 

Umframt gengransking eftir lógini um Ílegusavnið, er granskaraparkin ætlað at menna brúk av biokunning/kunningartøkni og biotøkni/aligransking, men onnur granskingarevni kunna eisini staðsetast í granskaraparkini.

 

Tílíkt arbeiði krevur góðar og framkomnar starvsstovur umframt vanligar skrivstovur og felagshøli til granskarar og onnur starvsfólk. Valið stendur ímillum at geva granskingini góðar karmar í Føroyum, ella at granskingin framvegis einamest verður gjørd uttanlands. Við hesari støðu missir føroyska samfelagið bæði vælútbúgving fólk, vitunararbeiðspláss og framtíðar vinnumøguleikar.

 

Almenn gransking og vinnugransking

 

Granskaraparkin verður opin fyri granskarum frá Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum, sum her kunna fáa munandi betri arbeiðsumstøður og vakstrarmøguleikar enn í verandi bygningum.

 

Granskaraparkin kemur ikki at forða menningini av verandi granskingarstovnum, men heldur tvørturímóti. Við eini sterkari granskarapark kann munandi størri ferð setast á granskingina í Føroyum, og hon kann gera at nógv fleiri granskarar og nýggjar fyritøkur kunna arbeiða og mennast í Føroyum, bæði innan gengransking og innan onnur fakøki. Granskaraparkin fer ivaleyst eisini at draga ein part av okkara besta tilfeingi heimaftur, teir vællærdu serfrøðingarnar, sum starvast uttanlands.

Almenn og privat uppgáva

 

Hvat er ein almenn og hvat er ein privat uppgáva broytist við tíðini, og í okkara tíð, er tað í alt størri mun stuðul til gransking og íverksetan, sum tørvar fyri at menna okkum fram á leiðina. Hetta hava tey skilt í EU, sum so dyggiliga stuðlar bæði almennari og privatari gransking og menning við nýggja rammuprogramminum FP7, umframt at EU-londini hvør í sær stuðla gransking og menning í nógv størri mun, enn vit gera tað í Føroyum.

 

Niðurstøða

 

Granskaraparkin skal hava góðar vakstrarmøguleikar, og samstundis ikki liggja ov langt frá universiteti og øðrum vitunarstovnum. Meinti nakar nakað við Visjón 2015? Granskarapark nú! Hon kann vera 1. byggistigið í menningini av føroyskari gransking.