Granska víkinga-ílegur

Søvn landsins eru partur av verkætlan, har endamálið er at staðfesta ílegurnar hjá niðurseturmonnunum í Útnorðri

Á heimasíðuni hjá Søvnum landsins verður sagt, at tey í farnu viku høvdu vitjan av vísindafólkum frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn


Vitjanin var liður í samstarvi, nevndu stovnar júst eru farnir undir. Talan er um umfatandi verkætlan, sum fevnir um at staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri. Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond – ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin, hesar fólkaflytingar fingu næstu mongu hundrað árini fyri londini, har teir settu búgv.

Fornfrøðiliga eins og søguliga finnast nógvir upplýsingar um víkingarnar, men tað er ikki altíð, at hesar heimildir geva okkum meiri ítøkiligar upplýsingar um leiðirnar, teir ferðaðust, nær hesar fóru fram, og fyri ikki at tosa um, hvussu víkingarnir samskiftu og blandaðu seg við grannafólkini. 

Á Fornminnissavninum eru útvald væl varðveitt mannabein og tenn av elstu beinagrindum, ið til eru her í oyggjunum, og sum hava ligið á goymslu savnsins. Beinagrindirnar, haðani sýni vórðu tikin, stava frá trimum fornfrøðiligum rannsóknum – frá víkingaaldar grevstrinum Yviri í Trøð í Tjørnuvík, sum fór fram í 1950-árunum, úr sóknarkirkjuni í Kirkjubø í 1960-árunum, og úr kirkjuni heima á Sandi í 1969.

Í næstum fara eisini sýni at verða tikin av øðrum føroyskum beinagrindum, sum í løtuni eru til skjals á Antropologisk Laboratorium á Panum Instituttinum í Keypmannahavn – her verður serliga hugsað um mannaleivdirnar, ið stava frá víkingaaldar gravunum, funnar vóru við kirkjugarðin heima á Sandi í 1989.