Málið, um grannskoðararnar, sum fyrst fingu góðkenning frá Vinnumálaráðnum og síðani mistu hana aftur, tá Løgmansskrivstovan tók hana frá teimum aftur, hevur nú nádd endanum, í fyrsta umfari, í øllum førum.
Í farnu viku varð málið fyri í Føroya rætti, og í morgun kom dómurin. Føroya rættur staðfesti, at Løgmansskrivstovan hevði heimild at taka góðkenningarnar hjá grannskoðarunum aftur.
Tað var í novembur 2010, at Løgtingsins Umboðsmaður gav eina frágreiðing, har hon setti spurnartekin við heimildina av løggildingini hjá ávísum grannskoðarum. Sjey grannskoðarar høvdu fingið løggilding sum grannskoðarar frá Skráseting Føroya, hóast teir ikki høvdu staðið eina serliga próvtøku, ið var ein av treytunum fyri at fáa løggilding sambært grannskoðaralógini, segði Løgtingsins Umboðsmaður.
Úrslitið var, at løgmaður í februar 2012 valdi at taka løggildingina hjá grannskoðarunum aftur, uttan so at teir stóðu hesa serligu próvtøkuna innan trý ár.
Í farnu viku var málið so fyri í Føroya Rætti. Tveir av grannskoðarunum fóru til sak móti Løgmansskrivstovuni um ógildingina av løggildingini. Kravið frá teimum báðum var, at løggildingin skal standa við, uttan at teir mugu til roynd aftur. Men hesum kravinum havnaði Føroya Rættur so í dag.
Føroya Rættur heftir seg við, at upprunliga góðkenningin, ið grannskoðararnir fingu, var í stríð við galdandi løgtingslóg, við tað, at grannskoðararnir ikki høvdu staðið royndina, ið kravdist, fyri at fáa góðkenning. Føroya Rættur staðfesti eisini, at Løgmansskrivstovan gjørdi rætt, tá hon tók málið upp aftur, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevði sátt iva um, hvørt góðkenningarnar vóru gildigar.
Føroya Rættur heldur eisini, at freistin at taka nýggja roynd, ið var næstan fýra ár, ikki var annað enn rímilig.