Tagnarskyldan hjá grannskoðarum er heilag. Hon gongur so langt, at hon eisini gongur út uppá at fjala økonomiskan kriminalitet, um tað er neyðugt.
Tað vísir málið um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg, tá ið hann var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli.
Anfinn Kallsberg var eftir øllum at døma fangaður í skjalafalsan, vísir bókin »Skjót journalistin«, sum kom út mánadagin. Hann hækkaði virðið á goymsluni við at broyta tøl á goymslulistanum, og gjørdi síðan flytingar til feløg, sum hann var reiðari fyri. Upphæddin var 912.000 krónur árini frá 1977-81, vístu kanningar, sum grannskoðaravirkið Carl Vilhelm Weihe stóð fyri.
Kortini slapp Anfinn Kallsberg, sum tá var vorðin landsstýrismaður, undan at fara í geglið, tí ein semja varð gjørd. Hon bygdi á eitt notat, sum grannskoðaravirkið hevði latið gjørt.
Úr saksinum
Grannskoðarar staðfesta varliga í skjalinum, at »feilir hava verið í roknskapinum 1977-81«. Semjan ber í sær, at Anfinn Kallsberg skal gjalda tær 912.000 krónurnar aftur til Frostvirkið. Afturfyri verður bókhaldarin ikki meldaður, stendur í bókini »Skjót journalistin«.
Sostatt var tað við hjálp frá Grannskoðaravirkinum, at Anfinn Kallsberg slapp úr saksinum. Claus Rasmussen, stjóri á Rasmussen&Weihe, sum grannskoðaravirkið nú eitur, hevur onga viðmerking til málið. Hann sigur bara, at tagnarskyldan hjá grannskoðaraum gongur langt. Rættiliga langt. Og tað er eisini orsøkin, at hann einki vil siga um málið, tí so kann tað vera tulkað soleiðis, at hann brýtir tagnarskylduna.
Stendur til nevndina
Fakstjórin í felagnum hjá statsautoriseraðum grannskoðarum í Danmark, Niels Ebbe Andersen, sigur eisini, at grannskoðarar hava tagnarskyldu.
? Grannskoðarar hava ikki fráboðanarskyldu. Og als ikki fyri 20 árum síðan. Nýggjar reglur eru komnar í gildi í Danmark, sum áseta, at grannnskoðarin skal gera nakað. Hatta málið ljóðar sum vanligt tjóvarí. Tað áliggur granskoðaranum at boða nevndini frá brotsgerðini, og so er tað upp til hennara, um tað skal meldast, sigur Niels Ebbe Andersen.
Virki vilja sjáldan koma undir sjóneykuna hjá pressuni. Tað kann geva vánaligt umdømi, og tí vil nevndin gera alt fyri at klára málið innanhýsis, greiður Niels Ebbe Andersen frá. Hann heldur kortini fyri, at eitt mark eigur at vera.
? Tá talan er um munandi upphæddir, so eigur nevndarformaðurin kortini at melda málið. Ein millión fyri 20 árum síðan er ein stór upphædd, og tí átti nevndin helst at havt meldað, sigur Niels Ebbe Andersen.
Niels Pauli Danielsen var nevndarformaður, tá ið málið fór fram. Umframt hann hava Carl Vilhelm, statsgóðkendur grannskoðari, Árni Absalonsen, grannskoðari, Absalon í Buð, nevndarlimur, og Anfinn Kallsberg sjálvur undirskrivað notatið.
Á stakroyndir
Anfinn Kallsberg var vorðin landsstýrismaður, tá ið semjan varð undirskrivað, og tað
kann vera ein orsøk, at hann kláraði frísak. Tað er ein politiskur spurningur, sum Niels Ebbe Andersen ikki vil meta um.
Hinvegin kann eisini vera, at grannskoðaravirkið vildi sleppa undan, at tað kom fram, at grannskoðarin ikki hevði varnast, at goymslan var fiktiva stór. Tað vil Claus Rasmussen, stjóri á Rasmussen&Weihe, als einki viðmerkja til.
Niels Ebbe Andersen sigur, at tað sjálvandi er skyldan hjá grannskoðaranum at hava eftirlit við, um goymslutølini samsvara við veruleikan, men hann leggur dent á, at tað sjáldan byggir á 100% uppteljing. Talan er um stakroyndir, ið verða tiknar, og tí kann grannskoðaravirkið neyvan lastast.