Premier League er aftur á skránni um vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður London grannauppgerðin millum Arsenal og Tottenham.
Bæði liðini hava fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið, men hava eyguni eftir fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.
Arsenal hevur fingið hol í álopsspartinum, men megnar ikki at verja fyri í hinum endanum, meðan tey í Tottenham ikki heilt vita um tey skulu elska Andre Villas-Boas, ella ilskast inn á hann.
Arsenal og Tottenham hava spælt onkrar góðar og málríkar dystir á Emirates leikvøllinum fyrr. (Sí sjónbandabrot undir greinini)
Premier League:
17/11:
Arsenal Tottenham 12:45
Liverpool Wigan 15:00
Manchester City Aston Villa 15:00
Newcastle Swansea 15:00
QPR Everton 15:00
Reading Everton 15:00
WBA Chelsea 15:00
Norwich Manchester United 17:30
18/11:
Fulham Sunderland 16:00
19/11:
West Ham Stoke 20:00