Grannauppgerðin var meiri spennandi enn væl spæld

Fótbóltur: Tað var tætt og ikki altíð so rudduligt í Runavík, har uppløgdu málmøguleikarnir ikki vóru so nógvir

Hóast bæði liðini høvdu fingið fult í umfarinum frammanundan, og hóast tað so at siga kostar tvey stig at fáa javnleik í staðin fyri at vinna, so tóktist tað sum um bæði teir í Runavík og gøtumenn ikki vóru so illa nøgdir, tá tað leygarkvøldið klokkan trý korter til sjey var ein veruleiki, at uppgerðin teirra millum var endað 1-1.

NSÍ hevði ofrað alla orku og eitt sindur meiri enn tað (um tað ber til!), tá teir boygdu HB í Gundadali, og fyrra partin av 2. hálvleiki leygardagin kundi tað tóktust sum um, at heimamenninir vóru eitt sindur moyrir, og at stríðið frá mánakvøldinum merkti teir, men tað bilti ikki meiri enn so, at sum tað leið fram móti endanum mentust teir aftur, og teir endaðu fult á hædd við GÍ og eitt sindur meiri enn tað. Jónstein Petersen og innskifti Kári Hansen fingu dupult møguleika at gera sigursmálið, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn nær við og næstan.


Kundu avgjørt

Heimaliðið legði ágangandi fyri. Uppskriftin tóktist vera tann sama, sum hon fimm dagar frammanundan hevði verið í Gundadali. Gøtumenn fingu lítlan frið at samanspæla aftarlaga á vøllinum, og onkra ferðina gav hetta spentar støður.

NSÍ, sum sammett við móti HB hevði broytt eitt sindur uppá miðvøllin, tí Ian Højgaard ikki var hundrað prosent klárur, hevði onkrar hálvar og trý fjórðings møguleikar, og ta einu ferðina vildu teir á heimaliðnum vera við, at brotsspark varð gjørt móti Christian Høgna Jacobsen, men tað metti dómarin ikki.

NSÍ kom á odda, tá 27 minuttir vóru farnir, og málið noyðist GÍ málverjin, Sunvard Joensen, at taka sín part av ábyrgdini av. Kári Sigvardsen, sum hevur ment seg til at vera ein álitisfullur vongverji við alt størri sjálvsáliti í høgra borði, legði høgt og langt innfyri málið. Bólturin sigldi aftur til handara stólpan, og eingin vandi var á ferð ? tað helt málverjin í hvussu so er. Men Helgi Lamhauge Petersen, sum tykist vera komin fyri seg eftir drúgvan skaða, fylgdi væl upp, og tá hann setti pannuna undir bóltin, var málið púra opið.


Hava størri royndir

Álopið hevur bæði í fjør og í ár verið veika ketan hjá GÍ. Teir hava fáar spælarar, ið meiri eru áleyparar enn miðvallarar, og aftur hesa ferð noyddust teir at spæla uttan Sasha, ið framvegis hevur trupulleikar av skaðanum, sum hevur hildið honum burtur so mangar ferðir í ár.

Hesa ferð hevði Johan Nielsen valt at loysa trupulleikan, um vit kunnu kalla tað soleiðis, við at seta Erland Tvørfoss, hvørs leiklutur tað skuldi vera, at vera millumstøð í eitt tvey samanspæli, við síðuna av Henningi Jarnskor, og so var Sámal Joensen mest framrættaði miðvallarin.

Í 2. hálvleiki megnaði GÍ at seta størri dám á, enn teir høvdu gjørt í fyrra umfarinum, tá teir høvdu havt ilt við at fáa tak á bóltinum. Seinna umfarið hekk betri saman hjá teimum, og serliga fyrsta hálva tíman eftir steðgin megnaðu teir í verjupartinum at taka broddin av NSÍ.

Lassin Isaksen var dómari, og linjan hjá honum tóktist líka gøtumonnum betri enn teimum á heimaliðnum. Tað er bert hendingaferð, at teir í Runavík síggja gulu kortini, og tað sigur nakað um, at teir so at siga eru fittir, tá teir verja.

Í GÍ eru tað nógvir spælarar, ið hava altjóða royndir, bæði frá Europa Cup og landsliðnum. Tá teir sleppa at brúka kropsstyrkina, so gera teir tað, og størri tyngdin í mann móti manni støðunum hevði við sær, at nógv av spælinum gekk fyri seg á NSÍ hálvuni. Men talan var ikki um tað slagi av spæli, sum GÍ sýndi stórar partar av seinna hálvleikinum, tá teir vunnu á KÍ. Heldur vóru bóltarnir ofta langir, og tá avfallið vant alt meiri uppá seg, so vóru fyritreytirnar fyri neyvum spæli ikki tær bestu.

Útjavnandi málið var sjálvmál. Sjúrður Jacobsen, sum Trygvi Mortensen hevur tikið av sentrala miðvøllinum og aftur á vongverjan í vinstru, var so óheppin at seta høvdið undir bóltin, ið kom inn úr vinstra verjuborði, og bólturin fór í netið.

Komandi sunnudag skulu teir í NSÍ á norðoyastevnu, meðan tað á pappírinum í hvussu so er verður munin lættari hjá GÍ, ið fær vitjan av sumbingum, sum framvegis einki stig hava.


NSÍ-GÍ 1-1 (1-0)

1-0: Helgi L. Petersen 28

1-1: Sjálvmál 66

NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Helgi Lamhauge Petersen, Eyðstein Skipanes ? Christian Høgni Jacobsen, Eddie Mikkelsen

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Alvi Justinussen, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Sámal Joensen ? Erland Tvørfoss, Henning Jarnskor