Grannauppgerð í Havn

Tað líkist eini uppgerð, sum longu nú kann skilja oddin frá hinum, tá Kyndil tekur móti Neistanum sunnudagin

Hondbóltur

Bara tveir dystir eru á skránni í hondbóltslandskappingini um vikuskiftið. Triði dysturin hetta umfarið verður spældur mikukvøldið, og kvinnukappingin liggur still, tí føroyska U-landsliðið hjá kvinnum spælir móti Grønlandi.
Í Havn verður grannauppgerð millum Kyndil og Neistan. Kyndil byrjaði árið við at tapa móti StÍF, men seinasta sunnudag vunnu teir tepurt í Vestmanna, og tað er væl tekin um, at roknast kann við teimum grønu í vetur.
Neistin hevur hinvegin vunnu teir báðar fyrstu dystirnar, og hevur liðið tí møguleika at leggja seg einsamalt á odda.
Og á Skála spæla StÍF og VÍF tað, sum má metast sum nýklassikarin í føroyskum hondbólti. Vestmenningar hava ofta havt tað trupult á Skála, og tað er ikki líkt til, at hetta verður stórt øðrvísi móti einum StÍF-liði, sum hevur víst øgiliga styrki fyrstu tveir dystirnar í ár.