Grannauppgerð í Fuglafirði

Klokkan 15 verður grannauppgerð í næstbestu deildini í Fuglafirði.

LÍF vitjar, og setningurin hjá leirvíkingum er í hvussu so er at hava eitt stig við sær út aftur til Leirvíkar. Um tað ikki eydnast, so verður leikluturin hjá LÍF í toppinum lítil næstu umførini.

LÍF hevur 9 stig, og um tað seinnapartin eydnast at fáa fulla úrtøku, so verður LÍF í hvussu so er nummar trý eftir 6. umfarið.

Í 5. umfari tapti LÍF á heimavølli 4-1 ímóti B68.

ÍF er næstfremst við 10 stigum. Fyri viku síðani vunnu fuglfirðingar sannførandi 6-0 heimasigur ímóti SÍ.

Hjá ÍF fer Dánial Pauli Højgaard at sita seinna leikbannið av sær í dag.

Hjá ÍF eru álopsspælararnir Adrian Joensen og Andreas Lava Olsen við aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir fyri viku síðani.