Neistin hevur í ár víst seg sum sterkasta liðið í landskappingini, og bláa havnarliðið hevur mest sum bílagt sær finalupláss longu nú.
Hini fimm liðini í deildini eru í einum trunka, har bert eitt stig er ímillum næsta finaluplássið og eitt pláss sum niðurflytari.
Tí er eingin ivi um, at ein sigur hevur alstóran týdning fyri Kyndil, sum eisini hevur vunnið á Neistanum hetta kappingarárið.
Hjá Neistanum mugu teir hesa ferð standa seg uttan Heina Hanusarson, sum varð skaddur á landsliðsferðini til Cypros.
Dysturin millum tey bæði havnarfeløgini verður spældur klokkan 17 í dag.










