Fyri fimtu ferð í ár tørna Víkingur og ÍF saman seinnapartin. Í hálvfinaluni í steypakappingini endaðu fuglfirðingar omaná eftir 2-1 Víkinga sigur í Fuglafirði og 3-0 ÍF sigur í Gøtu. Í 9. umfari í landskappingini vann ÍF 3-1 í Gøtu, og í 18. umfari vann Víkingur 1-0 í Fuglafirði.
Undan 27. umfari er Víkingur á 4. plássi, meðan ÍF, sum leingi var evni til heiðurskrónur, er dottið aftur á 6. pláss ? trý stig og fýra mál aftanfyri Víking.
Tað er møguleiki fyri, at ÍF kann fara fram um Víking. Treytin er, at fuglfirðingar í morgin vinna við í minsta lagi tveimum málum. Liðini, sum endað í ovaru hálvu, fáa næsta kappingarár ein heimadyst fleiri enn hini liðini. Tí stendur ikki so lítið upp á spæl.
Hvussu tað verður við altjóða luttøkuni valdast fleiri onnur viðurskifti, sum tað verður vent til aftur eftir 27. umfar.
Hjá Víkingi er vongverjin í høgru, Sverri Jacobsen, tøkur aftur eftir leikbann. Miðvallarin Sam Jacobsen var skaddur síðsta vikuskiftið.
Hjá ÍF er toppskjúttin Øssur Dalbúð leikbannaður eftir útvísingina ímóti HB.
Miðverjin Bartal Eliasen var skaddur í fótinum ímóti HB. Hann hevur ikki vant í vikuni, men tað er møguleiki fyri, at hann verður á ÍF liðnum í Sarpugerði ídag.










