Grannastríðið snýr seg sum framtíðina

Hjá Víkingi er liðformaðurin ein av tveimum, sum eru leikbannaðir

Fyri aðru ferð í ár fara teir í Víkingi og ÍF at stríðast í Sarpugerði. Fyrru ferðina gekk væl hjá ÍF, sum vann 2-1. Tá ið Víkingur var í Fløtugerði í Fuglafirði, fóru gestirnir til hús við 2-1 sigri.

Felags fyri Víking og ÍF er, at feløgini siga seg hugsa nógv um, at ungir spælarar, sum eru uppaldir í feløgunum skulu setast við.

Hjá Víkingi eru liðformaðurin Atli Gregersen og annar av fuglfirðingunum á liðnum, miðvallarin Bogi Reinert Petersen, leikbannaðir.

Hjá ÍF er Ari Ó. Ellingsgaard langtíðarskaddur.

Víkingur er á fimta plássi við 44 stigum.

ÍF er á sætta plássi við 26 stigum.