Á grannastevnu í Nólsoy fríggjadagin varð avgerð tikin um, at friða lundan í fyribils eitt ár.
Røddir hava verið frammi um at landsstýrismaðurin ætlar at friða lundan, og tí mælti sýslumaðurin til, at nólosoyingar sjálvir tóku hetta stigið, tí so ber betur til at meta um støðuna hjá lundanum ár fyi ár.
Hesum tóku nólsoyingar undir við, at avgjørt var at friða lundan í fyribils eitt ár. Tað merkir so, at ikki er loyvt at flyga lunda í Nólsoy í vertíðini í summar.
Nólsoyingar høvdu annars av sínum eikntingum við felags avtalu millum teir tríggjar hagapartarnar í oynni avgjørt, at friða lundan í trý fylgjandi ár. Men í fjør var so aftur farið at fleyga, og sagt verður, at væl meira av lunda var at síggja í fjør, enn undanfarin ár.
Eisini var grindaformansvalið umrøtt. Nólsoyingar hava í øldir havt ein av grindaformonnunum í Havn, men hesaferð fingu teir ongan. Men her sissaði sýslumaðurin um, at hóast heitið ikki tilhoyrir nólsoyingum longur, skuldu nólsoyingar kortini ikki missa tan rættin, ið fylgir við grindaformansheitinum.