Manshondbóltur
Tað sá veruliga gott út hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, tá grannauppgerð var á skránni móti Neistanum leygardagin.
Silvurvinnararnir frá í fjør spældu væl og skiftu dúgliga frá einum systemi til annað, meðan Neistin í løtum minti um hini, ið høvdu latið ein 50-krónuseðil fyri at koma inn í høllina á Hálsi.
Serliga hevði Neistin trupulleikar í verjuni, sum tó blivu rættaðir eftir steðgin, og tá var tað, at Neistin fekk strítt seg inn í dystin og vent einum tapi til javnleik.
Men í fyrra hálvleiki var veruliga tap í hendi. Eitt skifti var Kyndil á odda við sjey málum, og tað sá einki serligt út hjá Neistanum.
Jacob Jónsson, ið stýrir nógvum av spælinum hjá Kyndli, byrjaði kanska ikki so væl, men hann spældi seg upp og var ein stór orsøk til, at Kyndil hevði hug at fara avstað.
Taktiskt snildi
Sum nevnt, vóru broytingar í verjuni fremsta orsøkin til, at Neistin fekk bjargað sær skinninum í fyrstu grannauppgerðini hetta kappingarárið.
Eftir at hava vart við einum 6-0 uppstilling fyrsta hálva tíman, skiftu teir yvir til eina skeiva 5-1 uppstilling við nýggja jugoslavanum, Blagoje Buha, skotnum fram, so Kyndil stórt sæð einki fekk gjørt í síni vinstru síðu, tí illa bar til at spæla Jacob Jónsson á bakkinum og als ikki út vongin.
So við og við riggaðu alsamt fleiri av systemunum hjá Kyndli ikki, og tí fekk Neistin í smáum rykkum hálað seg inn á grannarnar, ið tó tvær ferðir fingu bart seg leysar aftur upp á leiðslu við fýra ella fimm málum.
Gott undirhald
Men triðju ferð gekk ikki, og tá kundi Neistin enntá farið avstað við øllum, um uppaftur betur vildi til. Tó mundu teir bláu vera væl nøgdir við at fáa javnleik burturúr, tí í fyrra hálvleiki og stóran part av seinna stóð teimum tap í hendi.
Fleiri av málunum hjá Neistanum komu eftir skjótálop, og her var kanska serliga Blagoje Buha skjótur at taka av, tá hann kom ímillum hjá Kyndli og slapp sær av stað fram eftir vøllinum.
Tað, sum sá út til at fara at gerast ein tryggur sigur til Kyndil, gjørdist ein alsamt meira spennandi dystur við nógvum málum, ið gjarna eru tað sama sum gott undirhald, tá liðini fáa 32 av teimum í part!
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 32-32 (13-19)
Neistin: Blagoje Buha 9 (4), Dragisa Stojovic 7, Áki Mørk 6 (2), Finnur Petersen 4, Ragnar Stakksund 3, Birgir Kass 1, Helgi Justinussen 1, Dann Thorleifsson 1
Kyndil: Jacob Jónsson 10 (1), Finnur Hansson 7 (2), Høgni Klein 5, Hans Áki Dahl-Christiansen 4 (1), Janus Einar Sørensen 4, Gunnar Wardum 1, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: Neistin 7, Kyndil 8
Ávaringar: Neistin 3, Kyndil 3
Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 3
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum