Grannarnir kroystir á Svangaskarði

Fótbóltur: Fyri bæði B68 og NSÍ er tað longu í øðrum leikumfari alneyðugt at fáa stig

Í dag skal NSÍ fyri aðru ferð í fimm dagar í oyggja uppgerð í Eysturoy. Fyrru ferðina var tað málleysa vónbrotið móti fuglfirðingum, og nú skulu teir út á Svangaskarð at dystast móti grannunum úr B68.

Teir í NSÍ minnast væl til síðstu ferðina, teir vóru á Svangaskarði. Tað var í átjanda og síðsta leikumfarinum í fjør. NSÍ hevði verið millum fýra tey fremstu liðini alt kappingarárið, og harvið so at siga áttu teir pláss í europeiskum fótbólti, men so dumpaðu. B68 vann 3-2, og tað hevði við sær, at NSÍ sleppur ikki at royna seg í Europa í ár.

Í Runavík eru teir svangir, og skulu teir hugsa um at blanda seg millum tey ovastu liðini, so mugu teir fáa stig og helst vinna á Toftum.

Í B68 kenna teir seg ivaleyst kroystar. Eitt er, at tað taptu í Klaksvík ? tað fer onkur annar ivaleyst eisini at gera ? men eitt annað er, at teir taptu so nógv. Málmunurin varð oyðilagdur, og so er spurnginurin, um teir í dag fara at fáa stig.

Hvørki B68 ella NSÍ skoraðu í fyrsta umfarinum.


Onkrar broytingar

Hjá toftamonnum eru fleiri broytingar. Messias varð útvístur móti KÍ og er leikbannaður, og Lucio er framvegis skaddur. Jan Petersen og Sámal Erik Hentze hava verið skaddir, men týskvøldið roknaðu teir á Toftum við, at hesir báðir vera tøkir í dag, og tað kann væl hugsast, at í hvussu so er Jan Petersen verður millum teir fyrstu ellivu.

Hjá NSÍ var spælandi venjarin, Milan Cimburovic, leikbannaður síðst, tí hann varð útvístur í steypadystinum móti B36. Hann er tøkur aftur. Hjá NSÍ eru allir hinir spælararnir tøkir.