á Svangaskarði í morgin. NSÍ kemur at vitja B68, og tað er greitt, at bæði hjá Jóannesi Jakobsen og hjá Trygva Mortensen er tað týdningarmikið at fáa trý stig. Tað ræður um at vera við, har tað er áhugavert. B68 er framvegis næstfremst, men teir skulu vinna heimadystirnar, um teir skulu halda tørn um plássið.
NSÍ legði bragdliga fyri, men nú hevur verið soltið nakrar ferðirnar, og tískil eru teir uppsettir at venda gongdini.
Bæði liðini leingjast eftir at sleppa út í Europa at royna seg, og tað er felags fyri B68 og NSÍ, at tey sunnudagin mistu møguleikan í steypakappingini.
Fleiri skaðar
Á Toftum er eingin maður leikbannaður. Jan Petersen sat leikbannið, sum hann fekk eftir reyða kortið í Klaksvík, av sær sunnudagin, so hann er tøkur aftur.
Bara ein spælari er skaddur, men talan er um ein týdningarmiklan spælara. Á Toftum hava tey verið bangin fyri, at knæskaðin, sum Fróði Benjaminsen fekk, tá B71 var á Svangaskarði, skuldi hava við sær, at liðformaðurin ikki fór at spæla aftur hesumegin summarsteðgin, men so galið er tað ikki. Bruni hevur verið í knænum, men viðgerðin hevur hjálpt, og teir rokna við, at Fróði fer at venja aftur í komandi viku.
Verri er statt hjá NSÍ. Tað er greitt, at fótliðsskaðin hjá Arnfinni Langgaard og lærskaðin hjá Djóna N. Joensen gera, at hesir báðir veteranarnir ikki vera við á Toftum. Tað er eisini rættuliga ivasamt, um Christian Høgni Jacobsen, sum hevur havt ein knæskaða, verður við í morgin.
Tað plagar at vera rættuliga tætt, tá B68 og NSÍ spæla. Tey fyrru árini var B68 omaná, men síðani NSÍ kom aftur í 1. deild í 1997, hava teir fyri tað mesta verið omaná. Í fjør var 0?0 á Svangaskarði, og í Runavík vann NSÍ 5?0. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.