Grannarnir deildu stigini

Úrslitini í HM-undankappingarbólki 9 lagaðu seg væl hjá Skotlandi. Skotar gjørdu sína skyldu og vunnu á heimavølli á Hampden leikvøllinum 2-0 á Makedonia, aftaná hálvleiksstøðuna 0-0. Scott Brown legði Skotland á odda tá 56 minuttir vóru farnir. 10 minuttir undan leikloki økti James McFadden til 2-0.

 

Hetta úrslitið merkti, at Noreg mátti vinna ímóti Íslandi í Reykjavík, men tað eydnaðist ikki. Okkara norðurlendsku grannar spældu javnleik 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. John Arne Riise legði annars Noreg á odda 1-0, tá 10 minuttir vóru farnir, men tá ein hálvur tími var farin javnaði Eiður Gudjohnsen til 1-1.

 

Norski venjarin, Egil ?Drillo? Olsen var sera vónbrotin aftaná dystin. - Hetta er syrgiligt, og eg vænti nú, at HM-vónin hjá okkum er úti. Vit kunnu enn røkka øðrum plássinum í bólkinum, men eg ivist um tað er nóg mikið at røkka øðrum plássinum við 10 stigum, staðfestir Drillo. Norski áleyparin, John Carew er samdur við venjara sínum: - Nú er ikki nógv vón eftir.

 

Nú er kravið til Noreg, at teir vinna á Makedonia í Oslo mikukvøldið, og samstundis má Holland, sum langt síðani hevur tryggjað sær atgongd til HM-endaspælið vinna á Skotlandi í Glasgow. Lagar tað soleiðis vera Noreg og Skotland jøvn í stigum, men tá hevur Noreg betri málmun, og er eisini betri í innanhýsis uppgerðum.

 

Støðan í bólki 9

 

Holland 21 stig

---------------

Skotland 10 stig

----------------

Noreg 7 stig

Makedonia 7 stig

Ísland 5 stig