Grannar og samstarv

UMFRAMT samstarvið millum Norðurlond finst eisini eitt serstakt samstarv millum londini í Norðuratlantshavi, betri kent undir heitinum ?Útnorðursamstarvið?. Nú eru politikarar, vinnulívsfólk og listarfólk eisini farin at tosa um eitt annað samstarv her um okkara leiðir, og tað er millum tey mongu smáu oyggjasamfeløgini, sum finnast í Norðuratlantshavi og her í nánd.

ANSAST má sjálvandi eftir, at hetta orðið samstarv ikki verður so nógv brúkt, at tað rætt og slætt kemur inflatión í tað, at tað missur sína meining. Hinvegin ræður eisini um at geva hesum hugtaki innihald, og til tess skal bæði vit og vilji til. Men tað kunnu eisini verða kringumstøður, sum tvinga ein til at prioritera nettup samstarv og samvinnu millum javnsettar partar.


DÁLKINGIN av høvunum er nakað, sum føroyingar, íslendingar, grønlendingar, het-lendingar, orknoyingar oo. eiga at kenna sum eina hóttan móti okkara tilverugrundarlagi. Framkomnu ídnaðarlondini hyggja ikki eftir, hvat vit skulu liva av, tá tey seta gongd á framleiðslutólini og koyra í stórum nøgdum av vandamiklum evnum út á sjógv ella út í luftina. Og tað eru heldur ikki tey, sum fylgja við, hvar hesi eiturevni enda, tí tey raka ikki tey í fyrstu syftu.


VIT, sum í mongum fult og heilt eru bundin at tí, sum havið gevur, verða tey, ið dálkingin rakar. Og bert vit kunnu gera vart við hesa. Men so smá vit eru megna vit tað ikki nóg væl, og tí ræður um at standa saman og savna allar góðar kreftir í stríðnum móti dálkingini frá nútímans ídnaðarsamfeløgunum. Í hesum sambandi skulu vit eisini ynskja íslendska umhvørvismálaráðharranum vælkomum til Føroya. Og í hesum sambandi skulu vit eisini minna á ferð løgmans í Hetlandi umframt ynskini um at fáa knýtt størri samstarv millum Hetland og Orknoyggjar og Føroyar og onnur oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, sum í mongum hava sama tilverugrundarlag.


IKKI minst nú tá oljuleitingin førkar seg longur og longur vestureftir og nærkast Føroyum (eisini Grønland eigur at havast í huga) er tað umráðandi at taka umhvørvisspurningin í størsta álvara. Tað er tí í tøkum tíma, at eitt samstarv verður tikið upp eisini á umhvørvisøkinum, ið eisini fevnir um partar av Bretlandi og Kanada - og nú eisini oyggjasamfeløgini út fyri Stórabretland - nettupp tá hugsað verður um fiskivinnu og oljuvinnu.