Hondbóltur
Sum støðan hevur háttað seg í ársins útgávu av Atlantic Airways-kappingini, so er hvør tann einasti dystur eitt stríð fyri at sleppa í FM-finaluna samstundis sum talan er um bardaga fyri at bjarga lívinum í deildini.
Undan dystinum í annaðkvøld hava bæði liðini 12 stig, og tí hevur vinnarin her møguleikan at leggja skræða seg leysan í stríðnum um at røkka finaluplássinum.
Seinast liðini dystaðust, var tann 8. desember, tá Kyndil hevði heimavøll. Ta ferðina eydnaðist tað hoyvíkingum at fara heim við teprum sigri, og eingin ivi er um, at tað er eitt úrslit, sum teir væl og virðiliga høvdu verið nøgdir við hesaferð.
Hinir dystirnir í Atlantic Airways-kappingini hetta umfarið verða spældir sunnudagin. Tá vitjar Neistin á Skála hjá StÍF, og í Kollafirði verður grannauppgerð millum KÍF og VÍF.