Grannar bresta saman í Sarpugerði

Fyrsti dysturin í 8. umfari verður í kvøld klokkan 19, tá Víkingur og NSÍ bresta saman í Sarpugerði

Tað er eingin loyna at byrjanin hevur verið verri enn vónað hjá Víkingi. Tí er svongdin stór í Víkingaleguni til dystin í kvøld. Enn hevur Víkingur einans megnað, at vunnið ein dyst av teimum fyrstu sjey. Tað var á heimavølli móti B68.

 

Víkingur manglar í kvøld ein av lyklaleikarunum á liðnum. Nýggi miðvallarin Hallur Hansson er úti við leikbanni og tí má Víkinga venjarin finna ein nýggjan mann á miðvøllin. Tað kemur tó væl við hjá Víkinga venjaranum, at hann aftur hevur Sølva Vatnhamar at ráða yvir.

 

Jens tøkur aftur

 

Gestirnir úr NSÍ fingu eina flúgvandi byrjan uppá kappingina. Teir vunnu tríggjar sínar fyrstu dystir, men síðani er stígur komin í.

 

Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur til dystin í kvøld. Jens Joensen fekk ein skaða í steypadystinum móti EB/Streymi og misti tí dystin seinasta vikuskiftið móti KÍ.

 

Einasti NSÍ leikarin, ið ikki er tøkur til dystin er miðvallarin Jústinus R. Hansen, ið skifti til NSÍ undan kappingarbyrjan úr norskum fótbólti. Jústinus hevur enn ongan dyst leikt, tí at hann er úti við einum skaða. Sum skilst gongur tó rætta vegin hjá Jústinusi nú.

 

Dysturin byrjar klokkan 19 í kvøld. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.