Grannalond stríðast eisini við kava

Tað er ikki bara í Føroyum, at kavin darvar ferðsluni

 

Tey rudda kava á flogvøllinum í Bergen, tá flogfarið Atlantsflog, sum var á veg úr Berlin til Føroya, fór úr Bergin í gjár, har flogfarið og ferðafólk lógu veðurføst gjáranáttina

Eisini í Danmark, Noreg, Svøríki og í Týsklandi hevur kavin ført til avbjóðingar í ferðsluni.

Í Noreg var flogvøllurin í Oslo, Gardermoen, stongdur í teir tímar í gjár vegna kava. Tað skrivaði norska blaðið VG, sum tosaði um »kavakaos« fleiri staðni.

Eisini í Svøríki er boðað frá kava og vindi.

Fleiri staðni hevur svenska veðurstovan boðað frá appelsingulum ávaringum – næsthægsta støðið, skrivaði tíðindastovan TT.

Í Týsklandi sluppu fleiri hundrað flogfør sambært tíðindastovni Reusters ikki á flog.

 

##med2##

Til dømis var tað um middagsleitið í gjár ikki møguligt at flúgva av flogvøllinum í Frankfurt.

/ritzau/

 

 

Tey rudda kava á flogvøllinum í Bergen, tá flogfarið Atlantsflog, sum var á veg úr Berlin til Føroya, fór úr Bergin í gjár, har flogfarið og ferðafólk lógu veðurføst gjáranáttina