Grannalag byggir sítt egna vakstrarhús

Alt arbeiði, sum elsta eigarafelag í Føroyum hevur lagt í verkætlanina, er sjálvboðið.

 

Í Tórsbyrgi í eysturbýnum í Havn stendur nú reist eitt vakstrarhús á umleið 110 fermetrar, sum tey í Føroya elsta eigarafelag hava bygt. Í fyrstanini varð hugsað um ein vakstrartunnil, soleiðis sum eitt nú Veltan í Sandoynni og Gróðurstøðin í Hoydølum hava bygt síni vakstrarhús.

- Men, tá vit fyri góðum ári síðan fóru at grava út og planera lendið til vakstrarhúsið, varð við forvitni fylgt við úr mongu vindeygunum á ellisheimunum í grannalagnum. Tá var tað, at ein av íbúgvunum á Boðanesheiminum visti at siga, at øll vindeyguni á heiminum fóru at verða skift í næstum. Hann helt fyri, at hetta kanska hevði verið eitt hugskot sum glas til vakstrarhúsið.

Tað sigur Jón Kragesten, sum býr í Tórsbyrgi og sum er ein av primusmotorunum aftan fyri verkætlanina. Hann hevur eisini átikið sær leiklutin at vera verkætlanarleiðari í byggingini. - Hugskotið um vindeyguni var gott og vann frama beinanvegin, leggur hann aftrat.

Mikudagin vitjaði Sosialurin í umhvørvinum í Tórsbyrgi saman við Jón Kragesten, og í VikuskiftisSosialinum í dag er stór frásøgn - og nógvar góðar myndir - í samband við hesa forvitnisligu verkætlan. Grevstur og planering eru gjørd, sokkul er stoyptur, og beinagrindin til vakstrarhúsið stendur uppi, soleiðis at pláss er gjørt til vindeygu og hurðapartí.

Tey fyrstu vindeyguni eru tikin úr Boðanesheiminum, og nú verður arbeitt við einari ætlan um, hvussu vindeyguni kunnu fáast niðan á økið og sett upp í húsinum. - Vindeygu og hurðapartí viga nakað, og tey skulu fáast niðan og síðan upp á pláss í vakstrarhúsinum. Vit hava onkur hugskot um, hvussu hetta kann gerast.

Jón Kragesten vísir á, at um nakrar dagar kemur eisini takið, sum er sonevndar kanalplátur úr klárum plasti. Ætlanin er fyrst at leggja takið á, áðrenn vindeyguni verða sett í, og verkætlanarleiðarin væntar, at vakstrarhúsið stendur innilokað seinni í heyst. Alt arbeiði, sum Eigarafelagið hevur lagt í verkætlanina, er sjálvboðið, men felagið hevur søkt sær nakað av tekniskari hjálp og hevur leigað onkrar maskinur til grevstur.

Húsini í Tórsbyrgi, sum eru 36 í tali, stóðu liðug í 1976, og Jón Kragesten hevur búð í umhvørvinum síðan 1989. - Men, einaferð seldi eg húsini til Færøernes Kommando, og tá vóru vit burtur úr teimum í nøkur ár. Sum tíðin leið, angraðu vit søluna, og vit saknaðu umhvørvið í Tórsbyrgi. Eftir fimm árum keyptu vit húsini aftur - fyri nógv meira enn tað, vit høvdu selt tey fyri, sigur hann brosandi.

Í Tórsbyrgi eru felagsøki, og her er eisini ein orkulon, har hitaveitingin er til íbúðarøkið. Í húsinum er borð og stólar, har fólk kunnu sessast, og her eru eisini ymiskir fasilitetir, eins og hugnaligt útigólv og grill eru beint uttanfyri. - Vit eru øll meira og minni við í verkætlanini, og vit mugu staðfesta, at áhugin er stórur, sigur hann.

VikuskiftisSosialurin er komin í sølubúðirnar, og her fæst at vita, hvat endamálið aftan fyri verkætlanina við vakstrarhúsi í Tórsbyrgi er. Her fæst eisini kunning um, hvat fólk í elsta býlingi í Havn higartil hava fingist við í samband við grønmetisframleiðslu, sum tey nú rættiliga fara at gera nakað við, nú umstøðurnar við nýggjum vakstrarhúsi fara at gera tað nógv høgligari at fáast við ymiskt grønmeti og vøkstur annars.

##med2##