Grannakaffi 2024

Grannakaffi er árliga innsavning hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið

Tey sum húsa Grannakaffinum, skipa innsavningina sum tey hava hug, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum. Grannakaffi kann skipast heima, grannar kunnu bjóðast til ein drekkamunn og oyra kann latast í bússuna. Hav bússuna við til arbeiðis, ein túr í grannalagnum, í skúla, á loppumarkna ella annað  

 


Krabbameinsfelagið vónar at fáa innsavnarar kring alt landið. Tey, ið hava hug at hava Grannakaffi, fáa nærri kunning við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi

 

Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er upplýsa, stuðla gransking og hjálpa teimum, sum fáa boð um at tey hava krabbamein og avvarandi.