Grannahús fingu stóran skaða

Við fáum daga millumbili fingu tvey sethús úti á Hamrinum á Argjum stóran skaða, tá ávíkavist vindur og flúgvandi grót gjørdu um seg. Tíbetur stóðst eingin fólkaskaði av hendingunum, men um illa vildi til, kundi lættliga enda galið

Í illveðrinum nýggjársdag, vóru hvirlurnar somikið harðar, at tekjan varð rivin av einum sethúsum úti á Hamrinum á Argjum.

Tað var stutt fyri døgurðatíð, at brandstøðin í Havn fekk boð um skaðan, og beinanvegin vórðu boð send eftir sløkkiliðsmonnunum, við tað at tekjan var til miklan ampa.

Skjótt varð borið at, og eftir stuttari løtu høvdu sløkkiliðsmenninir fingið tamarhald á støðuni.

Orsøkin, til at tekjan feyk av vindinum, hevur helst verið, at elementini til húsini júst vóru sett upp, og at hesi helst ikki hava verið fest nóg væl.


Eingin friður

Okkum kunnugt, so var hetta einasti vindskaðin, sum hendi hendan dagin.

Friðurin úti á Hamrinum vardi tó ikki leingi, tílongu týsdagin var aftur galið, tá eini hús á somu gøtu fingu skaða.

Hesu ferðina var tað tó ikki veðrið, sum gjørdi um seg, men hetta gjørdi ikki skaðan minni.

Talan var nevnliga um eina spreinging í grannalagnum,s um viðførdi at smásteinar komu sendandi yvir tekjuna á einum sethúsum við tí úrsliti, at tekjan fekk stóran skaða. Umframt at sjálvt grótið kom sendandi oman yvir tekjuna, endaði sjálvur gummidekningurin eisini á tekjuni, so tað er greitt, at nógv hevur staðið á.


Kundi endað galið

Einki er at taka seg aftur í, at um fólk hevði verið fyri, tá grótið kom flúgvandi, kundi óbótaligur skaði staðist av hesum, men lukkutíð var eingin fyri.

Sjálv húsini fingu annars rættuliga stóran skaða, við tað at fleiri sperrur undir tekjuni brotnaðu, eins og veggir o.a. hava skotið seg nakað orsakað av stóra trýstinum.

Júst hvør orsøkin til spreingiskaðan, er ikki greitt enn.

Eftir tí, sum vit hava frætt frá brandstøðini, fór alt fram á rættan hátt, áðrenn sprongt varð, soleiðis at dekningur o.a. var í lagi.

Møguliga hevur talan verið um sterkari dynamitt enn vanligt, men í øllum førum tykist tað vera greitt, at krútið hevur verið eitt sindur sterkari enn tað, sum vit vanliga seta í samband við hesa ársins tíð.