Tríggir dystir eru spældir í Hvonndeildini í dag. Í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti StÍF, í KÍ-høllini var dystur ímillum Stjørnuna og Neistan og suðuri í Vági var dystur ímillum VB og VÍF.
Kyndil var greiður favorittur í dystinum ímóti StÍF undan dystinum, um hugt verður eftir stigatalvuni. Nakar spenningur kom ongantíð í hendan dystin, sum longu varð avgjørdur í fyrra hálvleiki - hálvleiksstøðan var 15-5 til Kyndil. Í seinna hálvleiki fingu gestirnir av Strondum fyribyrgt, at tapið gjørdist enn størri. Endaliga úrslitið bleiv 26-17 til Kyndil.
Spenningurin í dystinum í Klaksvík var líka lítil sum spenningurin í dystinum í Havn. Stjørnan fekk onki gjørt við greipuvinnaraliðið frá í fjør, Neistan. Dysturin endaði 33-24 til Neistan eftir hálvleiksstøðuna 16-8 til Neistan.
Mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið hjá kvinnunum var í Vági. Her var talan um ein dyst, har bæði liðini vóru rættiliga jøvn, men heimaliðið, VB, hevði munin og vann at enda 33-29. Hálvleiksstøðan var 16-14 til VB. Tískil máttu vestmenningar ta longu leið heim við ongum stigi í viðførinum.
Stigatalvan í Hvonndeildini sæst niðanfyri. Talið í klombruni vísir á, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.
1. Neistin 16 stig (9)
2. Kyndil 14 stig (9)
3. VB 10 stig (8)
4. VÍF 8 stig (8)
5. StÍF 3 stig (10)
6. Stjørnan 1 stig (8)
Sum støðan er nú er sannlíkt, at tað enn einaferð blíva høvuðsstaðarfeløgini bæði, Neistin og Kyndil, ið væntandi spæla seg í finaluna, tá ið grundspælið er liðugt. Serliga VB skal tó ikki avskrivast, tí at vágbingar hava tikið seg nógv fram í ár í mun til í fjør.
Málskjúttarnir í ymsu dystunum síggjast niðanfyri:
Kyndil-StÍF 26-17 (15-5)
Kyndil: Anna Brimnes 6, Bjarta Johansen 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Bára K. Hansen 2, Súna K. Hansen 2, Eyðleyg Súnadóttir 2, Turið Arge 2, Anja Eliasen 1, Guðrið G. Eystberg 1 og Anja Hammer 1.
StÍF: Ninna K. Johansen 9, Birna Tummasardóttir 3, Guðrið Poulsen 2, Poula Berg 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Ansy Sevdal 1.
Stjørnan-Neistin 24-33 (8-16)
Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Sonja Lava Sirdal 4, Hervør Olsen 3, Mina Sirdal 2, Judit Hansen 2, Jansy Jacobsen 2, Durita Ljósstein 2, Una Váðklett 1, Jórun B. Nielsen 1 og Hanna Brandal 1.
Neistin: Marjun Danberg 9, Bára Hansen 6, Eir Berg 5, Birita Ingolfsdóttir 4, Brynja Høj 2, Súsanna P. Nólsoy 2, Lilja Mohr 2, Drós Ragnarsdóttir 2 og Barbara Nattestad 1.
VB-VÍF 33-29 (16-14)
VB: Danijela Mistric 12, Barbara K. Hjelm 5, Gurið K. Augustinussen 5, Bára K. Mortensen 4, Maria H. Weyhe 4 og Rannvá Johannesen 3.
VÍF: Heidi Maria Akselsen 12, Daniella Joensen 8, Kathe Frederiksen 5, Lív Ingorsdóttir 2, Agnas Olsen 1 og Randi Virgarsdóttir 1.