Grannabrak í Hoyvík

Longu fyrsta dystin í endaspælinum taka hoyvíkingar móti Kyndli í avgjørda oddadystinum hetta umfarið

Atlantic Airways-kappingin

Talan verður um toppdyst longu í fyrsta umfarinum, nú mansliðini fara undir endaspælið í hondbóltskappingini.
H71 er í løtuni á odda í deildini, men munurin til Kyndil er bara í málum, og tí vilja báðir partar helst leggja nógv fyri í royndunum at fáa fyrsta fetið væl inn í endaspælið.
Tað er tó einki dulsmál, at tey í Hoyvík munnu iðra seg um fjórðingsfinaluna móti næst besta liðnum hjá Kyndli. Ikki bara taptu hovyíkingarnir dystin móti einum væl styrktum Kyndils-liði. Bæði Jakob Jónsson og Tróndur Vatnhamar fingu eisini reytt kort í dystinum, og tí eru teir leikbannaðir til týdningarmikla dystin sunnudagin.
Men uttan nakran sum helst iva, so fara teir hvítu tó at stríðast av øllum alvi. Júst stríðsviljin hevur mangan argað grønu grannarnar, og tí er væntandi, at talan verður um satt brak, sum áskoðararnir fáa at síggja í Hoyvíkarhøllini.
Tey bæði liðini, sum eru næst teimum báðum oddaliðunum, eru VÍF og StÍF. Tey skulu hetta umfarið spæla á útivølli móti ávíkavist KÍF og Neistanum, og her er kravið púrasta greitt ein sigur, um vón skal vera fyri finaludysti um FM. Ikki minst, tí avrikini hjá KÍF og Neistanum fyri tað mesta hava bent á, at liðini eru væl aftan fyri hini fýra. Bæði á stigatalvuni og leikliga.