Hóast teir, sum í dag eiga línuskipið Grana á Tvøroyri, keyptu hann, stutt eftir, at teir høvd selt tann væl minni bátin Akraleiti, var eingin flutningur av veiðiloyvum í tí sambandinum. Akraleiti varð selt við sínum loyvum, og Grani keyptur aftur við sínum egnu loyvum.
Í einum lesarabrævi í seinastu viku í samband við málið um Jógvan S hevur verið ført fram, at Skørin hevur verið innblandað í nógv mál um veiðiloyvi. Tað fyrsta skuldi sambært hesum lesarabrævinum vera, tá báturin undir navninum Akraleiti varð selt, og eigararnir fingu línuskipið Grana í staðin. Grani er nógv størri enn Akraleiti, sum seinni er vorðið kent undir navinum Skørin.
Eirikur Olsen á Tvøroyri, sum átti Akraleiti og er skipari á Grana, sigur at har er okkurt komið heilt galið fyri við upplýsingunum.
?Tað er rætt, sigur Eirikur Olsen, at Akraleiti varð selt til Nólsoyar í 1990. Og tað er eisini rætt, at vit seinni í sama ári keyptu línuskipið Skortaberg, sum áður hevði itið Reynsatindur og Kangeq. Men Akraleiti varð selt við øllum loyvum, og vit keyptu Skortaberg við veiði- og fiskiloyvi. So einfalt er tað, vísir hann á.
Tiskil er tað skeivt at blanda Grana upp í málið um Jógvan S, hóast fiskiloyvið hjá Akraleiti umvegis einar tríggjar seinni eigarar, er endað sum partur av málinum undir navninum Skørin, vísir Eirikur Olsen á.