Dúgvurnar hildu seg tó helst langt vekk, tá Klaksvíkskjallaraprovobólkurin, Grandmas´Basement fór á pall í Flags Tjaldinum í kvøld. Flags Tjaldið var á tremur við fólkið, ungum sum gomlum, sum vóru komin at lurta eftir bólkinum, sum er vorðin kendur fyri sínar stuttligu og provokerandi sangir, sum ikki geva nøkrum grið. - Sangirnir hjá bólkinum viðgera samkynd, krevjandi kvinnur, fordómar og trúarbólkar, uttan at teir smæðast á nakran hátt.
Limirnir í bólkinum vóru allir í føroyskum troyggjum, tá konsertin byrjaði, og tað er og var eingin ivi um, at hesri ungu mennirnir vilja hava tað stuttligt. - Nakað teir megnaðu at halda fast í gjøgnum alla framførsluna.
Konsertin í Flags Tjaldinum var heldur tung at byrja við, men sum hon leið bleiv stemningurin betur og betur. Tá teir spældu hittini ?Bangna beistið? og ?Hon fær ongantíð nokk? gingu fólk amokk og salurin kókaði. - Sum síðsta lag, spældu teir lagið ?Getze?, sum avgjørt er tað lagið, ið fungerar best. Har bleiv ikki spart uppá rekvesittirnar og tá Jón Jacobsen, sangari í bólkinum kom á pallin í munkaoutfitti, og restin av manningini í prestaklæðum var ikki eitt eyga turt. Ein stuttlig og ikki minst undirhaldandi konsert frá bólkinum, sum sjálvir kalla seg avleggarar av Dynamitt.