Grandma´s Basement á SF

Nýggi hittbólkurin í Føroyum fer fyri triðju ferð á rað at undirhalda við sínum herligu sangum á Summar Festivalinum í august Tað er bara gingið eitt ár, síðani Grandma´s Basement kom við sínari fyrstu

fløguútgávu, men síðani er nógv hent hjá bólkinum.

 

Teir hava havt fleiri hitt, og á Planet Awards 2010 var sangurin Hon Fær

Ongantíð Nokk valdur til ársins sang.

 

Grandma?s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík. Teir hava nøkur fá ár á baki, men hava serliga seinasta árið veruliga gjørt vart við seg við sangum sum Hon Fær Ongantíð Nokk, Gay og Getze. Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir.

 

Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva

í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi. Og við pallframførslum hava teir víst, at teir eisini duga at undirhalda og fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir.

 

Grandma?s Basement hevur spælt á Summar Festivalinum tvey undanfarin ár, og tað hava verið minniligar konsertir. Nú fer bólkurin, sum er populerari enn nakrantíð, at gera eitt hattrick á Summar Festivalinum.