Grand Vitara XL7 - Suzuki til sjey ferðandi

Suzuki eru mest kendir fyri at gera smáar persónbilar og jeepar, ið hava gott umdømi sum orkusparandi og álítandi bilar. Umframt at Grand Vitara hava verið gjørdir í tveimum útgávum við 3 og 5 hurðum, er nú ein 7 persónabilur komin á marknaðin.

Bilar


Suzuki er júst nú komin á marknaðin við 7 persónabilinum Grand Vitara XL7. Við tað at bilurin er 49 cm longri enn tann vanligi Grand Vitara við 5 hurðum, verður pláss til eitt eykasetur aftast. Tá aftastu setrini verða tikin út, er viðførisrúmið 790 litrar. XL7 er ein rúmligur 7 persónabilur, sum einans fæst við 2,7 litra V6 motori við 173 hk.


Fæst sum vørubilur

XL7 er ein stórur og rúmligur bilur. Ramman sum bilurin er settur omaná, er soleiðis gjørd, at ongar ristingar og vibratiónir merkjast á ósløttum undirlendi, eins og alt er væl goymt undir bilinum fyri at verja ímóti skaðum. V6 motorurin ger eisini sítt til at bilurin virkar lættur at umgangast. Talan er um ein luksusbil, har næstan øll útgerðin er standard, vit kunnu til dømis nevna ABS bremsur við EBD, aircondition, elektroniskt stýrda ventilatiónsskipan, fartpilot, el-drivnar síðurútar, el-drivin síðuspegl og sentrallás við fjarstýring. XL7 fæst eisini við automatiskum gearum og kann leverast sum vørubilur


Seinni sum turbodiesel

Frá bilasøluni hjá Eyðbjørn Hansen verður sagt, at av tí at Grand Vitara XL7 einans fæst við V6 motori, hava teir ongan bil á goymslu, men teir kunnu altíð útvega ein XL7, um onkur ynskir tað. Væntandi kemur hann seinni sum turbodiesel, eins og tann minni Grand Vitara, ið hevur ein 109 hk Peugeot turbodiesel motor. Grand Vitara røðin fæst nú fæst í medium, large og ekstra large. Suzuki Grand Vitara eru mest seldu 4x4 bilar í Danmark.



Suzuki Grand Vitara XL7 2,7 V6

Motorurin 2.7 ltr. V6 24V 173 hk

0-100 km/t 13.3 sek
Bensinnýtsla 9,3 km/l
Dekkstødd 235/60-16

Stødd og vekt:

Longd 468.5 cm
Breidd 178.0 cm
Hædd 174.0 cm

Eginvekt 1575 kg
Totalvekt 2250 kg


Søluumboð:

Sp/f Eyðbjørn Hansen
Bilasøla og verkstaður
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tlf: 313375


Myndatekstur:

1. Grand Vitara XL7 er 49 cm longri enn tann vanligi Grand Vitara við 5 hurðum

2. XL7 tekur seg væl út. Í fyrstu atløgu fæst hann einans við 2.7 ltr. V6 motori

3. Aftan er ikki tann stóri munurin, uttan tað at bilurin er rúmligari, og 2 sitipláss eru komin afturat

4. Suzuki Grand Vitara eru mest seldu 4x4 bilar í Danmark