Grand Prixið fekk sítt Waterloo

Sangurin Waterloo hjá Abba varð um vikuskiftið valdur til besta sangin í Eurovison  Grand Prixnum  nakrantíð.

Sangurin var saman við fleiri øðrum hittum tilnevndur í kappingini, sum var í Keypmannahavn í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá Grand Prixnum. Hinir sangirnir kláraðu seg ikki í kappingini, tí Abba var tryggur vinnari við teirra Waterloo. Eingin av fyrrverandi limunum í svenska poppbólkinum kundi verða til staðar at taka ímóti heiðurinum, men sangurin hjá Abba frá 1974 varð vístur á stórskíggja í Forum og varpaður út til teir 100 milliónir hyggjararnar í 31 londum, sum hugdu eftir tiltakinum. (Mynd: Scanpix)