Í kvøld er finalan í Eurovision kappingini, og fleiri hundrað milliónir eygu verða vend ímóti Malmø, har finalan verður hildin.
Men tað eru langt frá øll, sum eru imponerað av tónleikinum, sum verður framførdur í Grand Prixnum.
- Mær dámar væl grundhugsanina um eina tónleikakapping, sum sameinir evropeisku londini, sum í eitt kvøld sleppa at syngja við hvør sínum nevi. Tíverri er tað blivið soleiðis, at flestu nevini syngja vánaligt. Og øll syngja á enskum. Harvið undirgrevur kappingin sítt egna endamál um evropeiskt margfeldni, tí alt druknar í einari illa smakkandi bretskari suppu, heldur tónleikarin Finnur Koba.
- Tó so, fleiri varðar liggja eftir. Til dømis Waterloo hjá Abba, báðar 80'ara perlurnar hjá Johnny Logan, Diggi-loo Diggi-ley, og ikki minst mín favorittur, danska Dansevise hjá Grethe og Jørgen Ingmann.
- Men tað er vorðið langt millum snapsirnar. Og seinastu árini havi eg sløkt, tí eg vil ikki útseta míni oyru og heila fyri plastikk-tónleiki við líkasælum teksti. Tað er beinleiðis skaðiligt, heldur Finnur Koba.
Grand Prixið byrjar kl. 20.00 í kvøld og kann síggjast í KvF.