Hálvaaðru viku áðrenn danska Tónleika Grand Prixið verður hildið, eru sangirnir í kappingini komnir fram alment. Orsøkin er, at tónleikasíðan hjá TDC av misgáum legði sangirnar á netið. Brúkarar av TDC-síðuni hava fingið hendur á sangunum, sum nú eisini kunnu síggjast á YouTube.
- Hetta er eitt tekniskt óhapp, og tað vit eru sera hørm um hetta. Ætlanin var at avdúka sangirnar áðrenn sjálvt Grand Prixið, men tað hevði verið betri, um vit høvdu kunnað presentera teir sjálvi, sigur Jan Lundme, sum er undirhaldsleiðari í Danmarks Radio.
- Mistakið fær ongar avleiðingar fyri kappingina, sigur hann.









