Grand-Prix kapping í borðtennis

Leygardagin 15. januar verður onnur Grand-Prix kappingin í borðtennis hildin í badmintonhøllini í Havn

Fyrsta kappingin í vetur varð somuleiðis hildin í badmintonhøllini, meðan triðja og seinast kappingin av hesum slag verður hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági um nakrar vikur.


Alt avgreitt leygardagin

Paula Eikhólm, næstformaður í kappingarnevndini á Borðtennissambandinum sigur, at allar kappingarnar verða avgreiddar leygardagin, og tískil verður talan um ein hampuliga langan dag fyri íðkararnar.

Byrjað verður kl. hálvgum tíggju, tá piltar og pinkur fara at leika. Kl. 11.30 leika smágentur o g -dreingir. Kl. 14.00 fara dreingirnir í gongd og 15.00 standa genturnar fyri tørni.

Seinastu kappingarnar byrja kl. 16.30 og eru hetta kappingarnar hjá unglingum, kvinnum og monnum.

Paula væntar, at kappingarnar verða lidnar á kvøldi, nakað eftir kl. 19.00.


Øll kunnu luttaka

Borðtennissambandið greiður eisini frá í tíðindaskrivi, at tey, sum ætla sær at vera við í Grand-Prix kappingini skulu boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 12. januar á tlf. 422211.

Sagt verður víðari, at luttøkugjaldið fyri hvønn leikaran er 20 kr., og eigur hetta at vera goldið, áðrenn kappingin byrjar.

Grand-Prix kappinginer annars skipað soleiðis, at allir luttakararnir fáa eitt ávíst stigatal, alt eftir, hvussu teir standa seg í kappingini, og tá allar kappingarnar so eru leiktar, verður ársins Grand-Prix vinnari kosin.

At enda verður sagt frá, at øll eru vælkomin at luttaka, og at eingin treyt er um, at luttakarar skulu vera aktivir í nøkrum felag.