Franska sangkvinnan France Gall er deyð, 70 ára gomul.
Hon vann Grand Prix, ella Eurovision Song Contest, í 1965.
Hon verður minst fyri sína yrkisleið innan franskan poptónleik. Í 1965 vann hon Grand Prix umboðandi Luxenburg við sanginum Poupée De Cire, Poupée De Son, ið Serge Gainsbourg skrivaði.
Seinni fekk Gall undanvind við fronskum og týskum sangum. Hon samstarvaði við, og giftist, Michel Berger, sangara og sangskrivara. Tey fingu tvey børn.
Í 1987 fekk Gall eitt hitt í Europa við Ella Elle L’a, ið var til heiðurs fyri Ellu Fitzgerald.
Gall gavst á yrkisleið síni í 1997.