Grand Prix glitur og gølur

Leygarkvøldið er Danmark vertur fyri stórstu sjónvarpsending í heiminum - Eurovision Song Contest. Ella, sum tey flestu kallað tað: Grand Prix. Nógv er gjørt burturúr, og sum vanligt er tað glitur, glamour og gølur á vegnum fram móti einum nýggjum vinnara

Tá Emmelie de Forrest hevði sungið seg lidna í Malmø í fjør, var greitt, at Danmark varð næsti vertur fyri Grand Prixnum. "Only Teardrops" vann við 281 stigum móti 233 hjá nummar tvey, Azerbajdzjan.
Eftir kappingina var nógv kjak aftur og fram um, hvar finalan skuldi verða í Danmark, og at enda varð avgjørt at gamla skipasmiðjan á oynni Refshaleøen skuldi gerast um til eina Eurovision-oyggj. Pallurin skal eisini bera dám av skipasøguni og er formaður sum ein stavnur.
Í ár kappast 37 lond í Eurovision. Serbia, Bulgaria, Kroatia og Kypros eru heima, meðan Portugal og Póland eru afturkomin eftir nøkur ár í útlegd frá kappingini.
Tey 37 londini skulu síðani gerast 26, tá báðar undankappingarnar hava verið.

Skeggdaman
Tað, sum mest hevur verður tosað um áðrenn kappingina, er eysturríkska skeggdaman Conchita Wurst. Hon er nakað so óvanligt sum ein transpersónur við fullskeggi. Russland, ið ikki er beinleiðis kent fyri at verða homovinarligt, hevur, saman við nøkrum øðrum londum, savna navnalistar inn fyri at forða fyri, at Grand Prix verður sent vegna Conchitu Wurst. Conchita tekur tað heila róligt og heilsar, at hon dagliga arbeiði hart sum kvinna, men í frítíðini er ein dovin ungur drongur sum eitur Tom.
Armenia liggur ovast á listunum hjá veddingarfyritøkunum og er eisini eitt av teimum londum, har navnalistar eru gjørdir at mótmæla Grand Prixnum. Teirra umboð í kappingini, Aram Mp3, gjørdi eitt úttalilsi um samkynd, ið ikki varð væl móttikið av øllum teimum samkyndu, ið elska Eurovision. Serkøn innan Eurovision vænta, at hansara møguleikar at standa ovast á príspallinum eru falnir orsaka av hesum.

170 miljónir hyggja
Onnur lond, sum veddingarfyritøkurnar vænta fara at standa seg væl, eru Svøríki, Ongland, Danmark og Ukraina.
Ukraina er sum vænta eisini eitt land, ið nógv verður tosað um. Fyri einari viku síðani var ikki greitt, um inbúgvarnir á Krimhálvoynni skulu atkvøða sum partur av Russlandi ella sum partur av Ukraina. Fyri nøkrum døgum síðani komu boðini, at Krimbúgvar hava ukrainsk telefonnummar, og tí skulu tey atkvøða sum partur av Ukraina. Hvar atkvøðurnar síðani fella, er ein annar spurningur.

Í fjør vóru tað 170 miljónir hyggjarar, ið sóu sendingina, og talið verður væntandi tað sama í ár. Nógv seta spurnartekin við, um ikki Grand Prix kostar meira, enn tað gevur, og sama kjak var eisini í Malmø í fjør. Har vísti tað seg tó, at lýsingarvirðið var vert umleið 1,1 miljard krónir, og at inntøkurnar av øllum ferðafólkunum vóru 185 miljónir hægri enn undanfarin ár.



***


Eurovision
36 lond hava kappast í tveimum undankappingum týskvøldið og hóskvøldið um at koma til finaluna leygarkvøldið. 26 av teimum hava fingið pláss í finaluni umframt vertstjóðina Danmark og tey fimm stóru londini Týskland, Ongland, Frakland, Italia og Spania, ið eru tryggjað pláss, tí tey gjalda mest til kappingina.