Politiið í Havn bað herfyri Arktisk Kommando hjálpa, tá tey fingu boð um, at ein ein granatlíknandi lutur varð funnin í einum kjallara í Nólsoy.
Serliðið hjá Arktisk Kommando fór beint til Nólsoyar og kundu staðfesta, at her var talan um eina 140 mm pansaragranat frá øðrum heimsbardaga. Granatin varð mett at kunna flytast, og varð tí tikin við til destruktión.
Nærri kanningar vístu, at tað kundi staðfestast, at her helst var talan um eina granat frá stóru kanónunum á Skansanum í Havn. Vanligur framferðarháttur er, at ein slík granat verður sprongd. Men tá tað her var talan um ein lut við søguligum virði, varð gjørt av at royna at gera granatina óskaðiliga uttan at oyðileggja hana. Hon varð tí kannað hjá serfrøðingum í Danmark og í Onglandi.
Granatin er síðani gjørd óskaðilig við eini spreingistráluspreinging, og hon verður tí í originalum standi latin Krígssavninum í Vágum, sigur Ove Ritter, seniorsersjantur hjá Arktisk Kommando.