Granarkópur vitjar í Føroyum

Í vikuni løgdu menn merki til ein fremmandan gest beint sunnan fyri byrgingina í Haraldssundi og tá hugt var nærri sást, at talan var ikki um ein føroyskan kóp. Bjarni Mikkelsen, á Náturugripasavninum sigur við Norðlýsið, at møguliga er talan um sama kópin, sum í góðan hálvan annan mánaða hevur ligið á Gøtuvík.

Granarkópur livur vanliga í arktiska økinum. Teir hava vitjað fleiri ferðir áður í Føroyum millum annað lá ein í fjør í ánni í Hvalvík

- Hann er væl størri enn kópur, sum heldur til um okkara leiðir. Hann kann viga upp til eini 400 kg. Hesin er tó neyvan meira enn eitt ára gamal. Í Grønlandi verður hann brúktur til at gera reimar. Teir skerða skinnið allanvegin runt kópin til teir hava eina langa reim sum teir brúka til hundasleður og annað, sigur Bjarni Mikkelsen við Norðlýsið.

Føroyska navnið kemur av tí at hann hevur nógv ?skegg? um trínið og hann er vanliga sera tamur ? tí hann ræðist ikki fólk. Tí kemur hann upp á land og leggur seg tætt upp at fólki.

- Eg havi ikki enn havt møguleikan at kanna hann nærri, men møguliga er talan um sama kópin, sum hevur ligið í Norðagøtu í longri tíð, sigur Bjarni Mikkelsen á Nátúrugripasavninum við Norðlýsið.