Í dag á middegi varð nýggi matportalurin, grams.fo, latin upp fyri almenninginum
Grams.fo fer at virka sum ein aktuellur internet-miðil um mat og drekka, í føroyskum og altjóða høpi. Harafturat fer grams.fo at gerast eitt tíðarleyst vaksandi dátusavn við góðum leitingarmøguleikum.
Pallurin er alnótin, ið gevur fleiri møguleikar, eitt nú fyri myndasøvnum og kykmyndum.
Á portal.fo, verður ein tíðinda-karussel við nýggjastu greinunum frá grams.fo, ið verður dagførdur hvønn dag.
Á nýggja matportalinum kanst tú lesa, hyggja og lurta eftir øllum tí, ið tey eta og drekka.
Grams.fo er skipað í flokkum og undirflokkum, sum tú sært ovast á breddanum.
Umframt vælkendu vín- og matummælini verður farið undir at ummæla útgerð og at lata hent prei.
Brúkarar sleppa eisini framat at siga frá, við at geva skoðsmál og viðmerkja hvørja grein sær.
Í hentu skránni ?Hvør er Hvør? ber til at leita sær kunning um persónar og feløg innan mat og drekka í Føroyum.
Undir ?Heilsu? verður upplýst um sambandið millum mat og heilsu.
?Uppskriftasavnið? er spildurnýtt og fer at leggja dent á nýggjar føroyskar uppskriftir, men onkrar útlendskar verða eisini.
?Álmanakkin? er teigur, ið millum annað fer at lýsa árið í Føroyum í mun til nær fjøllini verða gingin, nær loyvt er at skjóta fugl, veiða haru osfr. Nær Søtur Urtakervil blómar, nær brenninoturnar eru bestar at brúka til matgerð, hvussu søl-tarin veksur summarhálvuna osfr.
At enda er ein teigur sum rópast fyri ?Fiskatorgið í Vágsbotni?. Her ber til hjá seljarum um alt landið at kunna um, nær tey eru í Havn og hvat tey fara at selja á Fiskatorginum í Vágsbotni. Hendan skipanin stendur frítt hjá øllum at nýta.
Grams.fo skal upplýsa, kunna, greiða frá, undirhalda, seta í ljósmála og ikki minst rósa og finnast at.










