Gramni og leysir teymar feldu Eik

Eik Banki fall, tí gramnið í bankanum var alt ov stórt. Hetta vóru Jóannes Eidesgaard, landstýrismaður, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Jørn Astrup Hansen, umboð hjá Finansiel Stabilitet, samdir um á pallborðsfundinum í Sjónleikarahúsinum, sum Dimmalætting skipaði fyri í kvøld.

Dimmalætting hevði boðið teimum trimum og Søren Bruun, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, Maluni Johansen, búskaparfrøðingi í Virðisbrævamarknaði Føroya, og Jonhardi Eliasen, búskaparfrøðingi í Landsbanka Føroya, at kjakast um støðuna, sum er íkomin, nú Eik Banki er endaður í Finansiel Stabilitet.

Panelið varð spurt, hví Eik Banki kom so illa fyri. Jóannes Eidesgaard svaraði, at gramnið í bankanum var alt ov stórt, og bankin vildi tjena pengar alt ov skjótt. Vit og skil fylgdu ikki við, tá avgerðirnar vórðu tiknar, og tí gekk tað, sum tað gekk, segði landsstýrismaðurin.

Høgni Hoydal segði, at kapitalistiska skipanin var sloppin at hava eitt vald, ið var nógv størri enn tað politiska valdið, og at politiski myndugleikin hevði onki gjørt fyri at regulera fíggjarkervið og fáa innlit í støðuna hjá bankunum. Við ikki at taka ábyrgd var samfelagið tí aftur endað í einum bankaskelki.

Jørn Astrup Hansen nevndi, at skjóta umskipanin frá sparikassa til børsskrásettan banka helst var orsøkin til, at Eik Banki rendi seg fastan.

- Mentanin í bankanum megnaði ikki at fylgja við umskiftinum. Ov stór lán vórðu tikin, og leiðslan misti yvirblikkið. Haraftrat var eigarabygnaðurin skeivur, tí eigaraskarin var als ikki virkin, segði hann.

Malan Johansen og Søren Bruun bóru seg undan at meta um orsøkirnar til, at Eik Banki fall, men Jonhard Eliasen nevndi, at bankakreppur eru alt ov ofta í Føroyum, og tær hava ómetaliga stóra ávirkan á alt samfelagið. Føroyingar mugu nú læra av hesi kreppuni og bera so í bandi, at samfelagið ikki aftur kemur í tílíkan skelk, segði hann.