Grammy-dreymurin hjá Amy

Amy Winehouse er nominerað til seks Grammy-heiðurslønir m.a. fyri ?besta nýggja navn? og ?bestu fløgu?. Men enn er ikki vist, um hon sleppur at koma til USA til Grammy-heiðranina, tá ið hendan verður í Los Angeles 10. februar.

 

Fyri stuttum var hon nevniliga tikin av løgregluni í Noregi fyri at hava marijuana, tá hon var á konsertferð og tí kann hon fáa trupulleikar við at sleppa heim aftur til USA. Í USA hevur man nevniliga sera stranga reglugerð, viðvíkjandi hvør sleppur inn í landið. Um man er revsaður fyri nakað kriminelt sum t.d. nakað við narko, sleppur man vanliga ikki inn í USA aftur.

 

Eitt umboð fyri Amy sigur tó, at hon er sera fegin um at vera nominerað og at hon er klár til at upptraðka til Grammy-heiðranina, um hon bert sleppur inn í USA.