Mánanáttina okkara tíð verða Grammy-heiðurslønirnar lætnar í Los Angeles. Grammy-heiðurslønirnar eru tað størsta innan tónleikavinnuna og kunnu samanberast við Oscar-heiðurslønirnar í filmsvinnuni.
Beyoncé Knowles er tilnevnd til ikki færri enn níggju Grammy-heiðurslønir hesaferð, og tað merkir, at hon kann seta heimsmet. Tí vinnur hon fimm ella fleiri, yvirhálar hon Quincy Jones, sum hevur 28 Grammy-heiðurslønir.
Hon vann sínar fyrstu tvær Grammy-heiðurslønir í 2000, tá við bólkinum Destiny’s Child og fyri sangin “Say My Name”. Síðani tá er bara lagst afturat, og í dag eigur hon 24 Grammy-heiðurslønir.
Í 2009 vann hon ikki færri enn seks Grammy-heiðurslønir, og tað var eisini met fyri eina kvinnu. Síðani tá hevur Adele gjørt tað sama.
Hesaferð er Beyoncé millum annað tilnevnd fyri TikTok-sangin “Savage” og fyri sangin “Black Parade” úr tí nýggja Lion King-filminum.
Hetta er 63. ferð, at Grammy-heiðurslønirnar verða lætnar. Upprunaliga skuldu tær latast 31. januar, men korona gjørdi, at tiltakið varð útsett til 14. mars.
Flest Grammy-heiðurslønir:
Quincy Jones (28)
Alison Krauss (27)
John Williams (25)
Stevie Wonder (25)
Beyoncé (24)