Svenska fótbóltssambandið arbeiðir við málinum at seta í starv ein nýggjan landsliðsvenjara hjá svenska A-landsliðnum aftaná Janne Andersson er givin í starvinum.
Tann fyrsti svenska fótbóltssambandið hevði í kikaranum var fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Chelsea, Brighton og Swansea, Graham Potter.
Graham Potter var høvuðsvenjari hjá Östersund millum 2011 og 2018, og er tí væl kendur í svenskum fótbólti. Graham Potter førdi Östersund úr triðbestu deildini og upp í bestu svensku deildina, Allsvenskan.
Tað gekk framúr væl hjá Östersund millum 2016 og 2018, tá teir gjørdust nummar 8, 5 og 6 í bestu svensku deildini.
Men 48 ára gamli, Graham Potter hevur sagt neitakk til at gerast svenskur landsliðsvenjarin. Tað skrivar svenska Aftonbladet.
Favorittur at gerast svenskur landsliðsvenjari nú er maðurin, ið tapti fyri KÍ í summar, nevnliga høvuðsvenjarin hjá BK Häcksen, Per-Mathias Høgmo.