Grafik Studio og Føroyaprent hava frá 1. mai lagt saman. Við hesi samanlegging
koma tvey virki, ið hava samstarvað í nógv ár, undir somu lon.
Ingi Joensen hevur útbúgving frá Danmarks Designskole og starvaðist sum designari og fotolistamaður í Danmark, áðrenn hann í 1980 flutti heim aftur til Føroya og byrjaði egið virki sum grafiskur sniðgevi. Hetta var fullkomiliga ókent í Føroyum tá. Innan nógv øki hevur Ingi verið undangongumaður.
Í 1984 stovnaði hann saman við øðrum eitt margmiðlavirki, har arbeitt var við vanligu grafisku miðlunum og margmiðlunum. Millum annað grafikkurin til Sjónvarp Føroya var gjørdur har í fleiri ár. Hetta virkið gjørdi eisini ta fyrstu føroysku sjónvarpslýsingina. Ingi hevur eisini verið sera virkin innan fotografering og tilrættislegging av bókum. Í 2005 fekk hann Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri bókina og fløguna Trøllið hjá pápaleysa".
Síðani fyrst í nítiárunum hevur Ingi átt og rikið Grafik Studio í Krosslíð í Havn. Á Føroyaprent fer Ingi at hava sama starvsøki sum higartil.
Mynd: Ingi Joensen og Jón hestoy, stjóri á Føroyaprenti.