Græt tá hann segði farvæl við Real Madrid

Aftaná eina fjórðingsøld er Iker Casillas ikki Real Madrid spælari longur

Frá níggju ára aldri, upp gjøgnum ungdómsliðini til dagin í dag, hevur 34 ára gamli málverjin Iker Casillas verið Real Madrid-spælari, og Real Madrid-viðhaldsmaður.

 

Fyrr í dag hevði Real Madrid tíðindafund, nú tað er staðfest, at Iker Casillas fer úr Real Madrid til FC Porto í Portugal at spæla.

 

Á tíðindafundinum megnaði Iker Casillas ikki at halda tárunum aftur: - Hetta er ringasti dagurin í mínum lívi at skula siga farvæl við Real Madrid, segði ein grátandi Casillas við tíðindafólkini. - Takk, at tit vilja taka lut í sínum serliga degnum hjá mær, og ein stór tøkk til FC Porto, sum hevur víst mær álit, segði Casillas við tíðindafólkini, sum vóru møtt til tann serliga tíðindafundin.

 

Iker Casillas endaði við at takka øllum venjarunum, og øllum í venjaratoyminum, sum hann hevur arbeitt saman við hesi mongu, farnu árini. Casillas endaði við at rópa serliga stuðulsrópið "Hal Madrid", og fekk dundrandi lógvabrestir frá teimum mongu tíðindafólkunum, sum vóru møtt til tíðindafundin. 

 

Casillas hevur vunnið La Liga fimm ferðir við Real Madrid, umframt, at hann hevur vunnið Champions League tríggjar ferðir, og Copa del Rey tvær ferðir við Real Madrid.

 

Við spanska landsliðnum hevur hann tvær ferðir verið evropameistari, og á einum sinni heimsmeistari.