Grækarismessuhald og fagnaðarløta fyri SNP

Sunnudagin verður Grækarismessuhald í Varpinum í Klaksvík, og tá verður serligur dagur hjá gulu skótunum eisini hildin

(Mynd: Hjalmar Zachariassen)

Sunnudagin klokkan 14 verður Grækarismessuhald í Varpinum í Klaksvík. Árni Skaale heldur røðu, Hornorkestrið spælir, og skótar luttaka.

 

Skótalið Nólsoyar Pálls (SNP) verður 80 ár á Grækarismessu, og beint eftir vanliga Grækarismessuhaldið, sum í ár ikki verður drúgt, verður 80 ára stovningardagurin hjá SNP hildin í Varpinum.

 

Tað vera stuttar afturlítandi framløgur, knútaskeið, felagssangur og gaman, og eisini trínur gamla skótaorkestrið Streingjafløkjan pallin. Úlvar og skótar sýna kynstur, og at enda verður eisini okkurt søtt til góman. Alt er sjálvandi ókeypis. Øll, sum koma til grækarismessuhaldið, eru vælkomin at vera sitandi og uppliva fagnaðan hjá gulu skótunum – ein góður tími við álvara og gaman.

 

Øll, ið møta í gulum skótabúna, fáa eina ókeypis plakat, sum er gjørd til dagin, heim við. Øll onnur fáa høvi at keypa plakatina. Eisini verður ein framsýning av gomlum søgubókum og annað.

 

Klaksvíkar Dansifelag hevur í nøkur ár skipað fyri Grækarismessuhaldi í Skálanum, men í ár verður nýggja Varpið roynt. Tað er Skótalið Nólsoyar Pálls, sum saman við KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri skipar fyri.

 

(Mynd: Hjalmar Zachariassen)